Komandi sunnudag, tann 16.dec. kl. 15. skipa vit fyri jólafundi í húsinum hjá MEGD, Íslandsvegur 10c í Tórshavn.


Á skránni er hugnalig samvera, jólahugni og góður sangur. 


Eyðun Ásason kemur at syngja fyri okkum saman við Rana Nolsø, sum spælir undir.


Sum vanligt er, fara vit eisini í ár at selja lutaseðlar, har vit burturluta góðar vinningar.


Tiltakið er fyri limir, fólk við parkinson og avvarðandi.


Verið vælkomin.