12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023

Nevndin skipaði fyri eina jólaliga hugnaløtu fyri limirnar við drekkamunnu og rís-a-la-mande og innslagi frá Rakul Norden, logopedi.

Leygardagin tann 11 november høvdu vit eina hugnaløtu í MEGD húsinum, har vit m.a. høvdu vitjan av logopedi, Rakul Norden, sum greiddi frá sínum arbeiði, og vísti okkum nakrar venjingar, ið ein lætt kann gera sjálvur.

Av tí, at hesin limafundurin lá so tætt at jól, valdi nevndin at gera hann eitt sindur jólaligan, og borðreiddu við rís-a-la mande, piparnøtur, mandarinur og karamellur. Eisini vóru mandlugávur til 4 vinnarar.

Undir ymiskt var m.a. greitt frá sólblómubandið, sum verður nýtt nogvar staðnis kring heimin, og vísir at berarin av bandinum hevur eitt hvørt fjalt brek. Hetta ger, at eitt nú starvsfolk á t.d, flogvøllinum vita, at persónurin, ið ber bandið, krevur eitt sindur meira tíð/hjálp og eru tey tí eyka uppmerksom. Vit hava fleiri á goymslu, og hevur tú, ella onkur tú kennir, brúk fyri einum sólblómubandi, kunnu tit seta tykkum í samband við felagið, og fáa eitt ókeypis.
Eisini var høvið at síggja Drinksaver gløsini, ið eru gjørd til fólk, ið hava ristingar. 

Nøkur jólakort, armbond og til-og-frákort vóru seld til frama fyri felagið, og inn komu 420,- kr. Ynskir tú at keypa kort og stuðla Parkinsonfelagnum, kanst tú eisini her seta teg i samband við felagið. Kortini kosta 20,- kr/stk.

Ein tøkk til tykkum, ið komu til hugnaligu løtuna. Ein serlig tøkk til Rakul eisini, ið tók sær stundir at koma og greiða frá.

- Nevndin

16 apríl 2024
Rótkyknur og Parkinson
11 apríl 2024
11. apríl er Altjóða Parkinsondagur
07 mars 2024
2023 var á ymiskan hátt sera avbjóðandi
07 mars 2024
2023 gjørdist eitt
03 februar 2024
Parkinson­felagið hevur aðalfund leygar­dagin 2. mars kl. 12:00.
12 november 2023
Hugnaløta tann 11. november 2023
28 oktober 2023
Parkinson­felagið skipar fyri limafundi í Havn
22 oktober 2023
Parkinson i arbeidslivet